Jentoft Sunnsker hevur í dag starvast í fyritøkuni P/F Leif Mohr í 25 ár.
Hann byrjaði at læra til elektrikara hjá Leif Mohr hin 23. november í 1987 og fekk læruna í hús hin 1. apríl í 1990.
Tey nógvu árini starvaðist Jentoft sum elektrikari hjá Leif Mohr, men í 1990 byrjaði hann at umvæla hvítvørur og annað til húsarhald.
Fyri sjey árum síðan fall tað Jentoft Sunnsker í lut at gerast maðurin, sum koyrir kring landið at umvæla og veita tænastur til stórkøkar.
Klokkan 14.30 í dag verður ein køkubiti fyri teimum, sum arbeiða í LM-fyritøkuni.