Bjarni er ættaður úr Húsavík, sonur Edith, f. Danielsen, og Óla Sørensen.
Hann er útbúgvin bilmekanikari, lærdi hjá Wenzel Petersen í Havn. Hann arbeiddi eina tíð sum bileftirlitsmaður í Hillerød.
Bjarni byrjaði sum sýnsmaður á Bileftirlitinum í Havn, og síðan hevur hann tikið útbúgving sum próvdómari til koyrikort. Síðan 1. mars 2000 hevur hann verið deildarleiðari á koyrikortdeildini á Bileftirlitinum.
Hann róði kapp sum ungur, og hevur hann havt stóran áhuga fyri hesi ítróttargrein. Hann hevur verið nevndarlimur og formaður í Havnar Róðrarfelag og í nevndini í Róðrarsambandinum, RSF.
Bjarni er giftur við Hildigunn, f. Sørensen, úr Havn. Tey eiga trý børn, Magnus, Allan og Elidu.
1