25 ára starvsdagur:



- Mær dámar líka væl at arbeiða her nú, sum tá eg byrjaði, sigur Frígerð Jacobsen, sum hevur arbeitt á Posthúsinum í Klaksvík í 25 ár.
- Um ein hugsar um tað, so hava starvsfólkini í Postverk Føroya yvirhøvur verið í sama starvi í langa tíð, vísir Frígerð á.
Frígerð sigur, at á skrivstovuni á Posthúsinum í Klaksvík er bert ein kona, sum hevur verið styttri enn hon. Og tann konan hevur verið har í fimtan ár.
- So her má vera okkurt gott, okkurt sum dregur,ha?
- Eg byrjaði blaðung, 19 ára gomul á skrivstovuni, hevði júst átt eitt barn. Eg bleiv sera væl móttikin, greiðir Frígerð frá.
Hon sigur, at tá var alt øðrvísi, tí at tá vóru ongar teldur, so alt varð skrivað við hond. Men so komu teldurnar og øll hin tøknin eisini, og brádliga gekk alt so nógv skjótari.
- Men tað var kortini líka spennandi at arbeiða, hóast alt, sigur Frígerð.
Hon sigur at, at tey onkuntíð plaga at práta um gamlar tíðir, hvussu hugnaligt tað var at arbeiða tá.
- Ikki tí, tað er framvegis hugnaligt at arbeiða her, tað er bara øðrvísi.
Spurd um, hví hon ikki hevur roynt okkurt annað og møguliga farið onkra aðrastaðni, svarar Frígerð:
- Klaksvíkingar eru ikki so grammir at fara aðrastaðni ? í øllum førum eru nógvir, sum verða verandi her alt sítt lív, uttan at royna aðrar leiðir. Tey, sum fara, koma sjálvdan aftur. Her er so smátt at koma aftur, um tú hevur verið úti í stóru verð, sigur Frígerð, sum sjálv bert hevur verið burtur frá starvi sínum í eitt hálvt ár vegna barnsburð, øll 25 árini, hon hevur starvast á Posthúsinum í Klaksvík.