Tey vóru Rúna Petersen, skrivstovukvinna, Símun Midjord, skrivstovumaður, og Jóannes Joensen, goymslumaður.
Rúna Petersen, ið er úr Kvívík, byrjaði sum lærlingur á skrivstovuni í 1978. Hon hevur arbeitt á skrivstovuni í tilsamans 25 ár men hevur verið burturfrá inn í millum. Rúna arbeiðir í dag mest við ordramóttøku.
Símun Midjord er vágbingur. Eftir lokna handilsskúlaútbúgving byrjaði hann sum skrivstovumaður 1. september 1980. Símun arbeiðir í dag mest við edv-spurningum og kundabókhaldi.
Jóannes Joensen er argjamaður. Hann byrjaði á goymsluni í 1973. Eina tíð arbeiddi hann á eini goymslu í Norra, men tilsamans hevur hann arbeitt 25 ár í fyritøkuni. Jóannes arbeiðir í dag mest við vøruavgreiðslu, og hevur, eins og Rúna og Símun, drúgvar royndir og eina breiða vitan um sítt arbeiðsøki.
P/F Poul Hansen er ein gomul fyritøka, ið var stovnað í 1927. Í dag arbeiða 75 fólk í fyritøkuni, har av umleið 10 av teimum eru knýtt at virkinum Krás í Hósvík, sum framleiðir døgurðamat og viðskera.










