Birgith byrjaði á Lützenstrøð í 1979 í Vøggustovuni hjá Nancy Bjõrklund. Fyrst sum avloysari, men bleiv seinni fastsett tann 1. desember, og hevur hon sostatt fylgt gongdini í vøggustovuni gjøgnum hesi ár.
Í 1983 flutti Vøggustovan niðan á Konmansmýru, og her hevur Birgith verið við í teimum broytingum, ið hava verið gjøgnum tíðirnar.
Millum annað vóru børnini fyrr bundin til eitt langt heklað band, tá farið varð túr ? tvey og tvey ? við einum vaksnum í hvørjum enda.
Birgith er stuttlig og fyrikomandi at arbeiða saman við, altíð fús til eitt spæl, Americano í kaffipausuni, og ongantíð óð tá hon ikki vinnur.
Nógvar góðar søgur eru sagdar, og vónandi hoyra vit fleiri tey næstu árini.
Vit á Konmansmýru ynskja Birgith hjartaliga tillukku á starvsdegnum og bjóða kaffi og køkur á degnum.










