Guðrun fór í læru hjá Thomas Dam í 1978. Guðrun hevur øll árini arbeitt sum bókhaldari, fyrstu árini hjá Thomas Dam og síðani hjá Thomas Dam Ítrótti og Damfar. Guðrun ger ikki nógv um seg, men tó er hon ein sera sentralur persónur, hon er líka sum krumtappurin í fyritøkuni. Spyrt tú starvsfelagarnar um Guðrun sum persón, eru øll samd um, at hon er ein fryntligur, álítandi og sera góður arbeiðsfelagi.