Ib Hjersing Skovbo byrjaði í 1979 á Søværnest Eksercerskole sum lærlingur innan danska herin. Tá byrjaði fyrsti parturin av útbúgvingini. Hann sigldi við minuútleggjaranum "Fyen" í tríggjar mánaðir. Síðan á skúlabonk har tann fakligu grundútbúgvingin sum elektromekanikari gekk fyri seg.
Eftir tað kom hann til Føroya at gera tænastu hjá Færøernes Kommando frá 1981-82. Síðan sigldi hann í eitt ár við korvettini "Olfert Fischer".
Hann gjørdi aftur tænastu hjá Færøernes Kommando frá 1983-89, sum endaði við at hann fekk sveinabræv sum elektromekanikari.
Nú var tíð til nýggjar avbjóðingar, og Ib flutti til Randers, har hann í eitt hálvt ár tók útbúgving sum elektronikteknikari. Eftir tað fór hann aftur í tænastu hjá Sjóverjuni, hesaferð hjá Kattegats Marinedistrikt í Frederikshavn.
Tá Marinestationen Anholt varð løgd undir Kattegats Marinedistrikt, kom Ib at gera tænastu á Anholt til 1999, tá hann aftur kom til Kattegats Marinedistrikt.
Síðan 2001 hevur Ib búð í Føroyum, har hann hevur gjørt tænastu í "kommunikationsdriftelementet" hjá Færøernes Kommando.
Ib býr í Havn og eigur saman við føroysku konu síni Anny, sum hann hevur verið giftur við seinastu 10 árini, fýra børn: Kenneth, 22 ár, Annika 18 ár, Nicolaj 11 ár og Trine 3 ár.
Ib kann ikki fjala, at honum hevur dámt sera væl hjá Sjóverjuni - sum hann sálvur plagar at siga,"Jeg er her jo stadig"