25 ára starvsdag hjá Postverkinum

Grækarismessudag 12. mars hevði Gestur við Høgadalsá í Havn 25 ára starvsdag hjá Postverki Føroya.

Gestur er 62 ára gamal og havnarmaður. Hann fór fyrstu ferð til skips sum 14 ára gamal við trolaranum Fiskanes og var ofta stil skips í summarfrítíðini, eisini meðan hann gekk í studentaskúla.

Hann hevur t.d. siglt við Boðanesi, Ólavi Hvíta og Grími Kamban.

Í 1967 giftist hann við Karini, f. Ludvig Herdalur, ættað úr Vági, og í 1968 fóru tey til Danmarkar, har Gestur gekk á telegrafistskúla í Keypmannahavn og tók prógv í 1970.

Hann sigldi eitt skifti sum telegarfistur við trolaranum Leivur Øssursson og seinni við Kap Farvel. Tá so Smyril (Morten Mols) bleiv keyptur í 1975, fekk hann starv sum telegrafistur har.

Síðan á grækarismessu 1979 hevur hann starvast hjá Postverkinum, fyrstu árini á posthúsinum í miðbýnum og seinni á høvuðsposthúsinum á Óðinshædd. Hann hevur trivist sera væl í hesum starvi.

Gestur er sonur Honnu, f. Poulsen, ættað av Kirkju, og Hanus við Høgadalsá, fyrrverandi løgtingsmann og býraðslim, sum var ættaður úr Kaldbak.

Karin og Gestur eiga tvey børn. Hanus, 36 ár, sum býr í Havn og Turið Jóhanna, 29 ár, sum býr í Hoyvík. Tey eiga eisini trý ommu- og abbabørn.

Gestur er annars havnarmaður við stórum H og B36-ari burturav.