Í dag starvast Dánial sum bókhaldari hjá HDYGD – ella rættari hjá feløgunum báðum, sum nýta navnið HDYGD, tað eru Vatnsoyra Snikkaravirki og Føroya Gluggi.
Feløgini hava felags sølu og fyrisiting og marknaðarføra seg undir navninum HDYGD.
Í sambandi við dagin, var lítil hugnaløta fyri øllum starvsfólkunum, har Dánial fekk handaðan málning frá leiðsluni. Málningurin, sum Pól Skarðenni hevur málað, er av heimbygdini Sandavági, sum Dánial er so stoltur av. Hann er eisini í bygdarráðnum, har hann situr á fjórða skeiði.