25 ára jubileumskonsert á Skipasmiðjuni

Tórshavnar Manskór hevði 25-ára jubileumskonsert í framsýningarhøllini á Tórshavnar Skipasmiðju í gjár.

Høllin, sum rúmar hópin av fólki var at kalla fullsett, og klangurin var góður, ið bar væl upplagda mannskórið væl uppi við sínum 48 vøkru mannsrøddum.

Kórið hevur eina góða gularót fyri framman. – Teir skulu til St. Pætursborg og umvegis Helsingfors til Eystlad á 25 ára jubileumsferð fyrst í juni í summar.

Tað hoydist, at kórleiðarin hesi 25 árini, Bjarni Restorff, hevði strammað upp á tónan og lagt teimum 48 monnunum dýran við at levera eina góða vøru, sum teir eisini gjørdu. Teir hava eina spennandi tíð og ferð fyri framman, sum teir taka í størsta álvara, hoyrdist á øllum brøgdum.

Á skránni var gott gamalt og nakað av nýggjum, millum annað orðini av Róa Patursson annars Ísland øgrum skorið, Nú andar, Nú knígur sól og hópin av øðrum góðum.

Solistar vóru Fróði Sandoy, Petur H. Nielsen og til seinast sang ein væl upplagdur og skemtiligur Tór Verland Johansen saman við kórinum, Tú ert so deilig, sum hann hevur smíðað saman við Janus Trúgvason.

Hølið, sum listamenninir høvdu snákað upp til endamálið var sera gott at syngja í, men kórið hevði sanniliga nakað at bjóða hølinum og lurtarunum, sum klappuðu kórið uppaftur.

Tillukku og góða ferð eystureftir í summar.

Orð og myndir: Dávur Winther