25 ár: Tjenar 37 miljónir um dagin

25 ára gamli norski laksamiljarderurin, Gustav Magnar Witzøe, er ófatiliga ríkur.

25 ára gamli norski laksamiljarderurin, Gustav Magnar Witzøe, er ófatiliga ríkur. Hann hevði tó neyvan roknað við, at árið í ár fór at roynast so væl fíggjarliga.

 

Higartil í ár hevur hann nevniliga sæð síni partabrøv í alifelagnum Salmar næstan tvífaldast – við einum fíggjarligum vinningi á 11,4 miljardir krónur.

 

Hetta svarar til, skrivar finans.dk, at Gustav Magnar Witzøe hevur tjent 37 miljónir krónur hvønn dag higartil í 2018. Partabrøvini hjá norska miljarderinum í Salmar hava eitt samlað virði á 22 miljardir krónur.

 

Gustav Magnar Witzøe hevur arvað meginpartin av íløgufelagnum Kverva, sum familjan átti, og tað var pápi hansara, Gustav Witzøe, sum legði lunnar undir felagið í nitiárunum.

 

Felagið eigur umleið helmingin av partabrøvunum í Salmar, sum soleiðis hevur givið norska laksamiljarderinum 11,4 miljardir krónur higartil í ár.

 

Gustav Magnar Witzøe er føddur í Frøya í Trønderlag í Noregi í 1993.