Í morgun var hátíðarhald í Svimjihøllini í Gundadali í sambandi við, at Rúna og Helena Mortensen hava 25 ára starvsdag í ár. Her takkaði borgarstjórin, Heðin Mortensen, teimum báðum fyri trúgva tænastu.
Tær báðar Rúna og Helena hava verið í høllini nærum líka leingi, sum høllin hevur verið til, og eru á mangan hátt ein ímynd av tí arbeiði, her hevur verið framt tær fingu onkursvegna eisini heiðurin fyri, at borgarstjórin dugir at svimja.