Hin 1. mai hevði Beinta Olsen 25 ára starvsdag sum skrivstovukvinna hjá Runavíkar kommunu.
Í hesum sambandi skipaði Runavíkar kommuna fyri eini hugnaløtu, har Beinta varð heiðrað.
Magnus Rasmussen, borgarstjóri, bar fram røðu, og síðan handaði hann Beintu eina gávu frá kommununi.
Gávan er ein málningur av Rituvík, sum Sámal Toftanes hevur málað.
Hjúnini, Beinta og Herbert Olsen, búgva í Rituvík.