22. juni í 1986 varð ein minniligur dagur í fótbóltsheimssøguni. Ongland og Argentina møttust í fjórðingsfinaluni í HM-endaspælinum í Meksiko, bert fýra ár aftaná, at londini vóru í kríggi um Falklandsoyggjarnar.
Henda dagin fyri júst 25 árum síðani vísti Diego Armando Maradona seg frá síni allarbestu, og allarringastu síðu. Argentina vann 2-1 á Onglandi hendan dagin við tveimum ógloymandi málum. Annað sum ein jaligur eksponentur, og hitt sum ein neiligur eksponentur fyri fótbóltsspæli. Seinna málið hjá Diego Maradona var ein ótrúligur solutúrur, har Maradona fór sum ein slalomskíðíðkari gjøgnum alla ta ensku verjuna, og setti bóltin framvið Peter Shilton. Eitt mál, sum heimsins fremstu fótbóltsserfrøðingar meta verða millum bestu mál, sum nakrantíð eru skotin.
Onglendingar hava ringt við at fyrigeva Diego Maradona fyri tað fyrra málið, Tá seks minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki leypur Maradona upp í enska brotsteiginum, og boksar bóltin framvið Peter Shilton og í netið. Onglendingar og øll onnur sóu, at talan varð um svik, men dómarin sá ikki tilburðin, og hann metti, at Diego Maradona hevði stútað bóltin í netið á regluligan hátt.
Gamla enska fótbóltsstjørnan, Chris Waddle staðfestir yvirfyri enskum miðlum í dag, at Ongland kemur ongantíð at fyrigeva Maradona fyri svikamálið tann 22. juni í 1986.
- Handa dagin gjørdist Maradona fíggindi nummar eitt hjá Onglandi, staðfestir Chris Waddle yvirfyri enska blaðnum, The Sun. Chris Waddle viðgongur tó, at hevði Gary Lineker gjørt tað sama í hinum endanum á vøllinum, so hevði Gary Lineker verið ein stór hetja í Onglandi. - Men ensku fótbóltsfjepparnir koma ongantíð at fyrigeva Maradona fyri svikagerðina, staðfestir Chris Waddle.
Diego Maradona helt sjálvur málið verða legalt. Tí sum hann segði á tíðindafundi aftaná dystin: - Tað varð hond Guds, sum stýrdi bóltinum!