Tá skipið var komið til Føroya í øllum góðum við hesum sjáldsama farmi- umleið 150 neytum og kálvum ? vísti tað seg, at loyvið at fáa tey í land ikki varð givið. Eftir at hava liðið á Kollafirði í umleið 14 dagar, uttan at nøkur semja fekst í lag millum landsstýrið og Jákup Højgaard Simonsen, sum hevði keypt neytini frá Bent Christensen, bónda, uttanfyri Næstved, mátti skipið avstað aftur til Danmarkar við neytunum, har tey vóru flutt til ein leigaðan bóndagarð uttanfyri Lemvig í Jútlandi.
Kelda: Myndaárbókin, árið ið fór 1979