1.juli 2006 hevur Ulla Askildsen arbeitt hjá P/F Poul Michelsen í 25 ár. Ulla byrjaði sum pakkifólk í ostapakkarínum. Eftir hetta kom Ulla í læru sum skrivstovufólk á skrivstovuni hjá PM.
Síðan gekk leiðin til telefonsøludeildina, har Ulla arbeiðir enn, og har flest allir kundar kenna hennara vinsælu og blíðu rødd.Ulla hátíðarheldur dagin saman við familju, vinum og starvsfeløgum.