Tordis B. Thomsen kann í dag hátíðarhalda, at hon hevur starvast í Havstovuni í 25 ár. Tað boðar stovnurin frá í tíðindaskrivi í dag. Í 25 ár hevur tikið lívfrøðilig sýni á fiskavirkjum í Eysturoynni fyri Havstovuna.
- Í høvuðsheitum hevur hon tikið sýni av toski, hýsu og upsa - og tilsamans hesi 25 árini hevur hon longdarmátað um 400.000 fiskar av hvørjum av hesum fiskasløgum. Eisini hevur hon nytrað umleið 40.000 fiskar av hvørjum slagi av hesum sløgunum. Harumframt hevur hon eisini tikið sýni av eini 10 øðrum fiskasløgum, so sum gulllaksi, longu og svartkafti, skrivar Havstovan.
Stovnurin vísir á, at talan er um eitt týdningarmikið arbeiði, ið savnar vitan saman til stovnsmetingarnar.
- Taltilfarið, sum Tordis hevur fingið til vega, er týdningarmikið grundarlag fyri stovnsmetingunum, sum Havstovan ger, tí vit mugu vita longdar- og aldurssamansetingina í veiðuni til hetta arbeiðið, skrivar Havstovan.