25 ár í bestu deildini

- Onkur vil sikkurt halda, at eg skuldi verið givin fyri langari tíð síðani, sigur Jens Heri B. Mortensen.

Tá ið Fleyr-spælarin, 43 ára gamli Jens Heri Bolstad Mortensen, týskvøldið í síðstu viku varð innskiftur í dysti í Meistaradeildini ímóti Mjølnir, var tað 25. árið á rað, at hann spældi ein dyst í bestu føroysku deildini.


- Onkur vil sikkurt halda, at eg skuldi verið givin fyri langari tíð síðani, og at míni bestu ár liggja langt aftanfyri meg, sigur Jens Heri í samrøðu við Sosialin í dag.


- Men eg hugsi hinvegin, at um man dámar nakað, hví skal man so gevast? Og tað er uppgávan hjá venjaranum at avgera hvør spælir. Eg hugsi, at um venjarin setir meg á vøllin fyri ein annan, so er tað væl tí at hann heldur, at eg kann gera tað betri, og ikki sum ein olmussa, tí hann tekur synd í mær, sigur Jens Heri, sum er greiður aldursforseti á Fleyr-liðnum.


- Tað er bara Suni Juul Pedersen á liðnum, sum eg ikki kundi verið pápi at, og tað kann vera eitt sindur torført at fylgja við øllum hesum nýggju úttrykkunum hjá teimum ungu. Onkuntíð haldi eg, at teir tosa russiskt, sigur Jens Heri skemtandi.


Drúgv samrøða við Jens Hera Bolstad Mortensen um eitt nú flogbólt í Føroyum fyrr, gongdina í dag og hvussu leingi hann ætlar sær at halda fram at spæla flogbólt, kann lesast í dagsins Sosiali.