25 ár á Apotekinum

Hósdagin 1. desember vóru liðin 25 ár síðani Jonna Hansen byrjaði í starvi innan apoteksverkið.

Jonna er útbúgvin farmaseutur, og tók 1. mai í 1988 við starvinum sum apotekari við Tjaldurs Apotek í Havn. Har er hon enn.
Í sambandi við dagin var skipað fyri hugnaløtu í matstovuni á Tjaldurs Apoteki, har starvsfelagar og onnur heilsaðu upp á jubilarin.
Jonna Hansen er 52 ár, er fødd í Sørvági, men hevur búð í Havn tað mesta av lívi sínum.
sb.