25 milliónir upp á spæl mikudagin

Leygardagin vann ein einsamallur lotto-vinnari 11 milliónir, men longu mikudagin er potturin aftur á tremur. Eingin hevur vunnið joker-puljuna síðani 19. september, og tí eru ikki færri enn 25 milliónir í pottinum til dráttin mikudagin. Hetta er tó ikki meira enn triði-størsti joker-vinningurin, sum nakran tíð er latin. Í 2005 vann ein spælari í Keypmannahavn næstan 36 milliónir, og beint undan jólum í fjør vann ein spælari í Hillerød næstan 31 milliónir.