Svenning av Lofti
formaður í Sinnisbata
Millum teirra, ið lótu við seg koma eftir at eg í morgunrásini í útvarpi Føroya týsmorgunin hevði talað søk teirra sálarsjúku, var tað ein klaksvíksingur, sum sendi mær eitt telefax. Hann skrivaði:
?Kanska kundu tygum skoytt óneyðugu ?umvælingina? av tinghúsinum uppí endan.?
Ja, tað kundi eg havt gjørt, men í tí løtuni kom tað mær ikki til hugs.
Sum eg havi skilt so eru 25 milliónir settar av á fíggjarlógini fyri 2001 til umbygging av telefonstøðini við Tinghúsvegin til umsitingarhøli hjá løgtinginum.
Hetta verður gjørt uttan at blunka, samstundis sum 25-30 fólk eru strandað á psykiatrisku deildunum á landssjúkrahúsinum, tí tey ongan hóskandi bústað hava at fara í. Hesi fólk eru í veruleikanum í húsavarðhaldi á psykiatrisku deild.
Men tað nívir ikki Føroya løgting. Jú onkran! Vónandi fleiri!!
Teir hækkaðu sínar egnu lønir - fyri milliónaupphæddir!
Teir umvældu tinghúsið fyri milliónaupphæddir!
Teir hava sett 25 milliónir av á komandi fíggjarlóg til egnar skrivstovur!
Men at sálarliga sjúk fólk eru heimleys nervar tey ikki! Til tey eru eingir pengar.
Vit hava skrivað! Vit hava talað! Vit hava mótmælt!
Tað er sum at sláa í eina dýnu!
Tinglimir! Vaknið - vaknið nú.
Setið nógvan pening av til tey sálarsjúku! Og gerið tað nú!!!