25 milliónir dripin í fólkamorðum

1. november 2005 samtykti ST einmælt, við støði í Mannarættindasáttmálanum og Fólkadrápssáttmálanum frá 1948, at 27. januar skuldi vera altjóða minningardagur um Holocaust og øll onnur fólkadráp, frammanundan og síðan.

 

Samstundis heitti ST á øll lond um at seta dagin í gildi sum almennan minningardag, soleiðis at komandi ættarlið kunnu læra av søguni og forða fyri, at fólkadráp aftur verða framd.

 

Undir seinna heimsbardaga vórðu 6 milliónir jødar týndir, umframt at fólk úr øðrum minnilutabólkum eisini vórðu týnd. Fyri at minnast henda sorgarleik, er ásettur ein altjóða dagur til minnis um Holocaust. Tann 27. januar 1945 kom Reyði herurin hjá Sovjettsamveldinum til týningarleguna í Auschwitz og setti jødarnar har í frælsi.

 

Í 2014 setti Bjarni Djurholm, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, ein fyrispurning til táverandi landstýrismann í mentamálum, Bjørn Kalsø, og táverandi løgmann, Kaj Leo Holm Johannesen, um at gera 27. januar til almennan flaggdag í Føroyum.

 

Svarið frá teimum báðum var, at við tað, at eingi av okkara grannalondum halda dagin sum almennan flaggdag, skuldi landsstýrið taka málið til nærri viðgerð. Eisini skuldi landsstýrið skipa fyri, at meiri undirvísingartilfar bleiv gjørt um Holocaust og onnur fólkadráp.

 

Fólkadrápini hava annars verið mong í 20. øld. Drápið av Herero- og Namafólkinum í Namibia í 1904 verður vanliga roknað sum tað fyrsta, men góðar orsøkir eru til at kalla tað tað fyrsta í nýggjari tíð heldur. 65.000 hererofólk og 10.000 namafólk doyðu, tá týski herurin rak tey út í oyðimørkina.

 

Eitt gott áratíggju seinni var tað aftur týski herurin, sum stóð aftanfyri. Hesaferð var tað armenska fólkamorðið í Turkalandi í 1915 til 1922. Turkiski herurin, undir týskari leiðslu, drap 1,5 milliónir fólk.

 

Joseph Stalin hevur eisini tryggjað sær pláss í fólkamorðssøguni. 11 til 14 milliónir fólk vóru dripið undir hansara tíð sum leiðari av Sovjetsamveldinum frá 1928 til 1953.

 

Holocaust í Týsklandi frá 1941 til 1945 tók lívið av 6 milliónum menniskjum.

 

Frá 1975 til 1979 drupu Reyðu Khmerarnir og Pol Pot 1,7 milliónir kambodjanar. Í 1988 drupu hermenn hjá Saddam Hussain 180.000 kurdar.

 

 

Í 1994 drap Hutufólkið 800.000 Tutsi í 100 dagar. Í 1995 lótu hundraðtúsundtals muslimar lív í etniskari útreinsan í Bosnia. Í Darfur hava millum 100 og 300 túsund fólk latið lív síðani 2003.