25 mió fyri nýggjum vegi til Selatraðar

- Vit skilja væl, at tað kennist ótrygt hjá fólki at koyra eftir hesum vegastrekki, tí vegurin er bæði smalur og ótíðarhóskandi. Skal vegurin millum Strendur og Selatrað gerast av nýggjum fer tað at kosta nógvan pening – helst omanfyri 25 mió krónur, sigur Heini Eysturoy, deildarleiðari hjá Landsverki

Selatrað: Ein dagføring av tí nærum 10 kilometrar langa strekkinum er neyðug. Spurningurin er bara, hvat gerast skal og nær tað verður gjørt.

Seinastu árini er ymiskt gjørt við Selatraðarvegin, sum upprunaliga varð gjørdur fyri 70 árum síðani og til ta ferðsluna, sum tá var.

Bæði í 2005 og í 2006 vórðu einir 200 metrar av vegi breiðkaðir sunnan fyri Morskranes. Kostnaðurin fyri hetta var 250.000 krónur.

Í fjør varð eitt annað strekki millum Morskranes og Selatrað breiðkað fyri 1,5 mió krónur, og í ár er ein brúgv útskift eins og breiðkað er á Morskranesi fyri 300.000 krónur. Umframt hetta er eitt petti av vegnum eisini styrkt.

- Men hinvegin mugu vit bara staðfesta, at størsti parturin av vegastrekkinum frá Lághálsum á Strondum til Selatraðar er bæði smalur og veikur.

- Skilligt er tó, at størsti parturin av vegastrekkinum lýkur ikki tey krøv, ið verða sett til tílíkar vegir í dag, sigur Heini Eysturoy.

Í farnu viku og í hesi vikuni kasta vit ljós á vegastrekkið millum Strendur og Selatrað. Í hesum umfarinum fær Landsverk seinasta orðið.


Fýra bilar útav

Tað er serliga henda seinasta mánaðin, at greitt er vorðið, hvussu støðan er við hesum vegastrekki.

Í eini grein her í blaðnum mánadagin í farnu viku vísti Meinhard Jacobsen í Kolbeinagjógv á, at henda seinasta mánaðin vóru ikki færri enn fýra bilar farnir útav vegnum við heimbygd hansara – tveir persónbilar, ein tangabilur og ein kavaplógv.

Frá Landsverki verður ásannað, at tá talan er um hvussu tryggur ella ótryggur hesin vegurin er, kann hetta ikki svarast so líkatil.

Heini Eysturoy vísir nevniliga á, at teir vanliga leggja merki til, at har umstøðurnar eru soleiðis at tær kennast ótryggar ella sjálvt skapið á vegnum ger at ferðin má avmarkast, henda ikki nógv óhapp.

- Vit síggja nevniliga, at tað standast sjáldan stórar vanlukkur av óhappum á slíkum støðum, í mun til betri veg. Ein breiðking av tílíkum vegi vil ofta vísa seg at økja um talið á ferðsluóhappum, eins og vanlukkurnar vera størri, sigur hann.

Royndirnar hjá teimum eru tí tær, at tess ótryggari umstøðurnar kennast, tess skynsamari verður ferðast, og harvið verða færri óhapp og minni vanlukkur.

Tølini fyri óhapp á Selatraðarvegnum vísa, eins og á øðrum líknandi vegum í landinum, at her henda fá óhapp roknað fyri hvønn kilometur, eisini um atlit verða tikin til talið av bilum.


Liva upp til støðið

Tey, sum dagliga koyra eftir hesum vegastrekkinum hugsa kanska ikki altíð eins nógv um tað. Men ein veruleiki er kortini hann, at fleiri hava ynskt at okkurt varð gjørt við henda vegin.

Tosað hevur verið við Sjóvar kommunu um vegin til Selatraðar. Í 2001 kom eitt skriv til Landsverk og Vinnumálaráðið frá Sjóvar kommunu, eftir áheitan frá íbúgvum á Morskranesi og Selatrað.

Metingin hjá Landsverki var tá, at vegurin var smalur og veikur í støðum, og at serliga tann tunga ferðslan gav trupulleikar. Somuleiðis var víst á, at trupult er at grava kava í ringum líkindum. Landsverk mælti tá til, at játtaður varð peningur á hvørjum ári til breiðking av verandi vegi.

Annars er Selatraðarvegurin við í samferðsluætlanini fyri 2008 - 2020. Metingin er, at um verandi vegur verður breiðkaður, kann hetta gerast fyri umleið 25 mió krónur. Skal tann umleið 10 kilometrar langi vegurin av Lághálsum á Strondum til Selatraðar nýmótansgerast, má roknast við einum væl hægri kostnaði.

Í samferðsluætlanini er vegurin lagdur í tíðarskeiðið 2016 - 2019, helst treytað av, at aðrar íløgur, ið liggja framman undan verða framdar sum ætlað.

- Vit vilja í øllum førum, at allir landsvegir liva upp til dagsins støði. Tí skal undirstøðukervið vera soleiðis háttað, at tað er lætt, trygt og ódýrt hjá øllum at ferðast millum ymisk støð, sigur Heini Eysturoy.