25 lógaruppskot á veg

Hetta er tað, sum samgongan hevur boðað frá, men harumframt kemur andstøðan við fleiri uppskotum

Formliga er seiansti framløguddagurin í Løgtinginum í vár ein av fyrstu døgunum í mars, men løgtingsumsitingin skal longu hava uppskotdini sunnudagin 28. mars.

 

Hópur av uppskotum eru og hava verið til hoyringar og í summum førum er hoyrignsfreistin lokin, meðan hon í øðrum førumf er í endanum á hesi vikuni.

 

Tað er onki samlað yvirlit, hvussu mong uppskot andstøðan fer at leggja fram, men helst verður talan um í minsta lagi 10 lógaruppskot.

 

Lítið tingarbeiði hevur verið higartil í vetur, men alt bendir á, at tá ið ferð kemur á viðgerðina av uppskotunum, so fer Løgtingið at hava nóg mikið at gera til tað fer í summarfrí í endanum av apríl