25 góð ár hjá PM

- Ja, tað hava verið 25 góð ár. Eg havi trivist sera væl, sigur Gunnar Mohr í Havn.

Í dag, 1. juli fyri 25 árum síðani hevði hann sín fyrsta dag í starvi hjá Poul Michelsen í Havn.
Hetta ætlar fyritøkan sær eisini at hátíðarhalda við móttøku seinnapartin í dag frá kl. 15 til 18.
Gunnar Mohr tók realprógv frá Tórshavnar Kommunuskúla, og byrjaði eftir hetta beinanvegin á goymsluni hjá PM. Hann hevur síðani verið gjøgnum alt systemið í fyritøkuni: Hann hevur fingið sær kontórútbúgving á staðnum, hann hevur verið formaður í goymsluni og hann hevur eisini verið innkeypsleiðari.
Í dag er hann sølustjóri í fyritøkuni.