25 ára starvsdagur hjá Emil Sørensen, fulltrúi á Studna

1. nov. í ár hevði Emil Sørensen 25 ára starvsdag sum fulltrúi á Studna.

 

Í hesum sambandi var samkoma á Undirvísingarstýrinum, har stjórin fyri Undirvísingarstýrið, Hjalmar Hansen, og Jørgen Meitilberg, stjóri fyri Studna, bóru Emil eina heilsan.

 

Emil er álitið, tá tað snýr seg um tøl og roknskap, og hevur eisini verið við til at menna Studna skipanina, sum var gjørd í 2002.

 

Emil kennir Studna og stuðulsskipanina betri enn tey flestu, og hevur verið við heilt frá byrjan, tá lóg um útbúgvingarstuðulsskipan kom í 1999. Stuðulsstovnurin broytti í 2010 navn til Studna.

 

Vit takka Emil fyri trúgva tænastu øll árini og ynskja honum hjartaliga tillukku við 25 ára starvsdegnum, skrivar undirvising.fo.

 

Á myndini handar Hjalmar, Emil, blómutyssi og málning.