Ein 20 ára gamal maður varð fríggjadagin funnin deyður í einum goymslurúmi í einum íbúðarblokki í Nuuk. Nú er ein 25 ára gamal maður fongslaður í málinum.
Hann er skuldsettur fyri dráp málinum, har ein 20 ára gamal maður varð funnin deyður í Nuuk fríggjadagin.
Tað skrivar Grønlands Politi í tíðindaskrivi í dag.
20 ára gamli maðurin varð funnin deyður í einum goymslurúmi í einum íbúðarblokki, sum eitur Blok 5 í miðbýnum í Nuuk.
Løgreglan kannaði í fyrsta umfari niðurstøðuna sum ein illgrunasaman deyða.
Kanningin førdi til, at 25 ára gamli maðurin varð handtikin leygarkvøldið og skuldsettur fyri dráp.
Í gjár varð hann framførdur í grundlógaravhoyring í landsrættinum í Sermersooq aftan fyri stongdar hurðar. Ein dómari avgjørdi at fongsla hann í 25 dagar. Hann hevur kært fongsulsrevsingina.
Løgreglan fekk fráboðanina um at deyði maðurin varð funnin á H.J. Rinksvej klokkan 10.22 fríggjadagin.
Heitt verður á borgarar, sum hava sæð ella upplivað okkurt illgrunasamt kring adressuna, um at venda sær til Grønlands Politi á 701448.
/Ritzau/