Tað var tann 30. apríl í 1998, at Tjóðveldisflokkurin gjørdi eitt rimmar hál á løgtingsvalinum. Flokkurin, sum seinastu 8 árini hevði verið ein lítil flokkur, og sum á løgtingsvalunum í 1990 og í 1994 bara hevði fingið fýra tingsessir, gjørdist nú størsti flokkur. Flokkurin fekk 23,8 prosent av atkvøðunum og 8 tingfólk. Tað er næstbesta úrslitið hjá Tjóðveldisflokkinum nakrantíð, besta úrslit nakrantíð fekk Tjóðveldisflokkurin í 1958, tá hann fekk 23,9 prosent.
Tjóðveldisflokkurin fekk á valinum 30. apríl í 1998 trý nýggj tingfólk, sum vórðu vald á fyrsta sinni. Tey vóru Høgni Hoydal og Annita á Fríðriksmørk, sum vórðu vald í Suðurstreymoyar valdømi, og Páll á Reynatúgvu, sum varð valdur í Sandoyar valdømi.
Flokkurin fekk 23,8 proent av atkvøðunum. Tað er tað sama, sum flokkurin fekk aðru ferð, flokkurin stillaði upp, á løgtingsvalinum í 1954,og 0,1 prosent minni, enn flokkurin fekk, tá hann var størstur í 1958. Men hetta var fyrstu ferð, at Tjóðveldisflokkurin var størsti flokkur í Føroyum.
##med9##
Síðani 1998 er tað ikki eydnast Tjóðveldisflokkinum at røkka somu undirtøku. Í 2002 fekk flokkurin 23,7 prosent, í 2004 fekk hann 21,7, í 2008 23,3 prosent, og í 2011 fall flokkurin niður á 18,3 og mist tveir tingsessir. Hann fekk tá 6 tingfólk í mun til tey 8, flokkurin hevði havt síðani 1998. Í 2015 fekk Tjóðveldi 20,7 prosent av atkvøðunum og 7 tingfólk, í 2019 fekk flokkurin 18,1 prosent og 6 tingsessir og á løgtingsvalinum 8. desember í 2022 fekk flokkurin 17,7 prosent og 6 tingsessir – sum er lakasta úrslitið síðani 1994, tá flokkurin fekk 13,7 prosent av atkvøðunum.
Av teimum átta, sum vórðu vald á ting fyri Tjóðveldisflokkin í 1998, er bara Høgni Hoydal eftir, og kann hann í dag hátíðarhalda 25 ára dagin sum politikari.
Hesi 25 árini hevur hann sitið í landsstýrinum í góð 10 ár, hann varð valdur á Fólkating í 2001, 2005, 2007 og í 2015 og í 2019. Í tilsamans 14 ár. Hann hevði tó varafólk fyri seg, meðan hann sat í landsstýrinum í 2001-2004 og 2015 til 2019.
Av teimum 32, sum vórðu vald á ting í 1998, umframt Høgna Hoydal, eru bara Henrik Old úr Javnaðarflokkinum, Jenis av Rana úr Miðflokkinum og Jørgen Niclasen úr Fólkaflokkinum framvegis á tingi. Henrik Old varð valdur fyrstu ferð í 1984, og Jørgen Niclasen í 1994.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##