25 ár síðani deyðsvanlukkuna: Dreingirnir hjá Dianu minnast mammuna hvør sær

William prinsur og Harry prinsur gera greitt, at teir ikki vilja vera saman fyri at minnast deyða mammuna.

 

Í dimmalættingini í Londin í morgun savnaðust fólk longu við Kensington Palace. Staðið, har Diana prinsessa búði til hon doyði sum 36 ára gomul 31. august í 1997. - Foto: Alastair Grant/Ritzau Scanpix

Teir báðir bretsku prinsarnir William og Harri fara í dag at minnast 25 ára dagin fyri deyða Dianu prinsessu undir privatum viðurskiftum.

Men teir gera tað hvør sær, tí teir báðir brøðurnar vísa seg ikki longur saman eftir stríð í kongaligu familjuni, skrivar Daily Telegraph.

Diana, hvørs hjúnalag við Charels krúnprins hevði so stóran áhuga, endaði í ótrúskapi og hjúnaskilnaði. Hon doyði 31. august í 1997 í eini bilvanlukku í París.

Synir hennara vóru tá 15 ot 12 ára gamlir. Fyri fimm árum síðani luttóku teir í almennum minningarhaldi um lív hennara. Ta ferðina tosaðu teir um, hvussu tað var at missa mammu sína og varandi sorgina.

Men í ár fara teir báðir at minnast deyða hennara hvør sær sama við familjum sínum.

 

##med2##

40 ára gamli William er nummar tvey í røðini at loysa av Elizabeth drotning. Hann boðaði fyri kortum frá, at hann flytur úr London til slottið Windsor vestan fyri London saman við konu síni Catherine og smáu børnum teirra.

37 ára gamli Harry býr nú í Kalifornia saman við konu síni, Meghan, og tveimum børnum, eftir at parið kvittaði við kongaligu familjuna í 2020. Tað hendi samstundis við ákærur um rasismu hjá hoffinum og í miðlunum mótvegis Meghan, sum hevur hvítan pápa og svarta mammu.

/ritzau/AFP

 

Í dimmalættingini í Londin í morgun savnaðust fólk longu við Kensington Palace. Staðið, har Diana prinsessa búði til hon doyði sum 36 ára gomul 31. august í 1997. - Foto: Alastair Grant/Ritzau Scanpix

Seinast William prinsur og bróðirin Harry vístu seg alment saman var í apríl í 2021 tá abbin, Philip prinsur, for til gravar. - Foto: Gareth Fuller/Ritzau Scanpix