Í dag eru 25 ár síðani, at Danmark vann Evropameistarahetið í fótbólti hjá monnum.
Tað hava tey hátíðarhildið í Keypmannahavn í dag, har Frank Jensen, yvirborgarstjóri í Keypmannahavn og Carl Christian Ebbesen, mentanarborgarstjóri, hava savnað EM-liðið til morgumat fyri síðani at heiðra menninar.
Fótbóltslegendurnar komu – eins og fyri 25 árum síðani – út á svalan á ráðhúsinum klokkn 12 við EM '92 steypinum og søgdu takk fyri stóra stuðulin, teir hava fingið gjøgnum árini.
Niðani fyri síggjast myndir frá Ritzau – bæði av hátíðarhaldinum í dag og frá stórhendingini í Svøríki í 1992, tá Danmark vann 2-0 á Týsklandi í Gøteborg. John “Faxe“ Jensen og Kim Vilfort skutu bæði málini.