TRÝST á PÌLIN á MYNDINI, og síggj og hoyr eitt brot úr dystinum Danmark-Føroyar 4-1 (2-1), sum varð spældur í gomlu Ítróttarparkini í Keypmannahavn fyri júst 25 árum síðani.
Um spolað verður fram til 6 minuttir og 30 sekund ber til at síggja minniligu detaljuna hjá Ábraham Løkin (tá Hansen), har hann gevur Torkili Nielsen eina góða sending. Torkil ger eitt framúrskarandi gjøgnumbrot í vinstru síðu, leggur bóltin inn til tann tá bert 18 ára gamla Allan Mørkøre, sum fær beint bóltin innum Peter Schmeichel, og í málið til 1-1. Ein ógloymandi løta fyri okkum, sum vóru á døgum tá.
Stóri munurin henda dagin varð størsti danski fótbóltsspælarin í donsku fótbóltssøguni, Michael Laudrup. Hann spældi seinni óklárur við landsliðsvenjaran, Richard Møller Nielsen, sum smá tvey ár seinni megnaði saman við danska liðnum at vinna EM-endaspælið í Svøríki á sumri í 1992.
Fyri mongu føroyingarnir, sum vóru staddir í Ìtróttarparkini varð kvøldið bjargað, tá Allan hevði skorað. Donsku miðlarnir høvdu annars áðrenn dystin kravt, at danska málmetið í Ítróttarparkini, sum varð 14-2 stórsigur ímóti Íslandi í 1967 skuldi takast hetta kvøldið, men tað bleiv langt frá tí. Eitt gott ár seinni vann Danmark 4-0 á Føroyum í Landskrona. Liðini møttust aftur á Tórsvølli í 2000, tá Danmark vann 2-0 í einum rættiliga tøttum dysti. Hóast tøttu bondini millum londini hevur eingin landsdystur verður millum Føroyar og Danmark í hesari øldini.
Lars Olsen, landsliðsvenjari, og Jóannes Jakobsen, hjálparvenjari hjá føroyska landsliðnum vóru liðskiparar hendan dagin.
38.500 áskoðarar vóru til hendan dystin, av teimum fleiri túsind føroyingar.
Tað er Ivan Eginsson Eysturland, sum hevur lagt hetta brotið, eins og nógv onnur brot úr føroysku landsliðssøguni út á YouTube. Um leitað verður eftir "Farerets" ber til at síggja nógvar aðrar minniligar upptøkur.