249 dripin í 24 tímar í Gaza

Sambært heilsumyndugleikunum í Gaza eru 249 palestinar dripnir í ísraelskum loftálopum seinastu 24 tímarnar.

Síðan 7. oktober í fjør eru 23.084 palestinar dripnir, og 58.926 eru særdir í Gaza, veit tíðindastovan Reuters at siga.

 

Í dag sigur ísraelski herurin (IDF), at í minsta lagi tíggju vápnaðir palestinar eru dripnir í býnum, Khan Younis, har suðuri í Gazageiranum. 

 

Lagt verður aftrat, at 30 mál, sum hava tilknýti til yvirgang, eru álopin av ísraelska herinum seinasta samdøgrið.

 

Haraftrat skal ísraelski herurin hava avdúkað ein nýggjan tunnil undir jørð. 

 

Tíðindastovan NTB sigur, at Hamas brúkar tunlarnar, sum eru undir jørð, til at flyta seg millum ymisk støð í Gazageiranum.