Burtur úr tølunum yvir sølur á Fiskamarknaði Føroya seinastu tíðina sæst, at toskurin rættiliga er komin við aftur í veiðina hjá húkaflotanum. Fiskamarknaður Føroya seldi í gjár tilsamans 247,3 tons fyri stívliga 3,3 miljónir krónur.
Miðalprísurin fyri øll fiskasløgini samanlagt var 13,39 krónur fyri kilo.
Størstu nøgdirnar vóru av toski 3 og toski 4, ávikavist 60 og góð 64 tons. Miðalprísurin fyri størru toskastøddina var 14,69 krónur fyri kilo, meðan toskur 4 fór fyri miðalprísin 9,37.
Sløk 9 tons vóru av toski 2, sum fór fyri miðalprísin 23,37 og góð 3 tons av toski 1, sum fekk miðalprísin 26,37 krónur fyr kilo.
Umleið 50 tons vóru av hýsu, og besta miðalprísin fekk hin størsta hýsan, 12,28 krónur fyri kilo.
Toskurin er rættiliga komin við aftur í veiðina hjá húkaflotanum, men mest er at toski 3 og 4.