Leygardagin skipaði B36 fyri triða ár á rað fyri kappingini Intersport Summar Cup, ið er ein fótbóltskapping fyri tey heilt ungu. Heili 100 lið høvdu meldað seg til kappingina, og hetta var metstór undirtøka. Tað skrivar B36 í tíðindaskrivi.
Og tað var ikki smávegis av virksemi á teimum trimum vøllunum í Gundadali leygardagin. Heili 246 dystir skuldu avgreiðast, áðrenn endaligu vinnararnir í ymsu aldursbólkunum vórðu funnir. Tað blivu skorað 815 mál í hesum dystunum.
Stóri fótbóltsdagurin byrjaði klokkan 10 leygarmorgunin, tá ið forkvinnan í mentanarnevndini í Tórshavnar Kommunu, Helena Dam á Neystarbø, setti kappingina.
- Vit gleðast um, at næstan 700 børn høvdu teknað seg til kappingina, og vísir hetta, at føroyingar veruliga hava tikið kappingina til sín. Kappingin eydnaðist sera væl, men sjálvandi eru onkur ting, ið vit fara arbeiða við, sigur Andrass Thomsen, samskipari í B36.
B36 boðar eisini frá, at kappingin verður endurtikin 8. juli komandi ár.