Seint mánakvøldið varð álop framt á pakistanska fongslið í Dera Ismail Khan har norðuri í Pakistan. 13 fólk vórðu dripin, og nærum 250 hermenn sluppu til rýmingar.
Myndugleikarnir vóru ávaraðir, men tó ikki fyrireikaðir til so ógvusligt álop.
Meir enn 100 álopsmenn koyrdu til fongslið við motorsúkklum, vápnaðir við rakettum, hondgranatum og aðrari stríðsútgerð. Teir skutu hol á fongsulsmúrin, brúktu megafonir at rópa á fangarnar og sprongdu síðan klivarnar upp, skrivar tv2.
Álopið vardi millum tríggjar og fýra tímar, og tilsamans 13 fólk vórðu dripin. Fýra løgreglumenn og fimm sivilfólk vóru teirra millum. Harumframt vórðu fýra shia-muslimar funnir dripnir í klivunum eftir álopið.
13 fólk vórðu særd í atsóknini. 243 fangar sluppu til rýmingar, men tað hevur eydnast løgregluni at taka seks teirra, sigur Mushtaq Jadoon, ein høgur pakistanskur embætismaður. Hann leggur aftrat, at um leið 30 av flýddu fangunum eru hernaðarliga víðgongdir.
Tað pakistanska Taliban hevur tikið ábyrgd av álopinum.
Myndugleikarnir hava sett útigongubann í býnum eftir álopið í gjárkvøldið. Tað verður gjørt fyri at verja borgararnar, um hernaðarlig tiltøk verða sett í verk, sigur embætismaðurin.
Í 2012 herjaði Taliban eisini á eitt pakistanskt fongsul. Tá sluppu meir enn 400 fangar til rýmingar, teirra millum í minsta lagi 20, sum løgreglan lýsti sum sera vandamiklar. Ein teirra var tann illa gitni Adnan Rashid.
Rashid hevur svorið, at hann fer at útfría allar stríðsmenn hjá Talibann, sum sita í varðhaldi.
(Mynd: Evening Standard)










