24 vilja sleppa í Kringvarpið

24 fólk hava søkt starv sum deildarleiðari í Kringvarpi Føroya Herfyri lýsti Kringvarp Føroya seks leiðarastørv á stovninum leys, og nú freistin at søkja størvini er farin, hevur Kringvarpið fingið 24 umsóknir.

Kringvarpsstjórin, Annika Mittún Jacobsen, sigur við Dimmalætting, at hon fer nú at nærlesa umsóknirnar, áðrenn farið verður víðari við tilgongdini at seta tey seks størvini.

Annika Mittún Jacobsen boðaði í vár frá, at hon ætlaði sær at umskipa stovnin, og tey nýggju størvini eru lið í hesari umskipanini.