Anna Louisa Joensen, vanliga kallað Anna, fyllir 100 ár í dag. Dagurin varð hildin á Tjarnargarði, og ein av røðarunum var borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Heðin Mortensen. Skemtandi nevndi hann, at sum flestu "ektaðu" havnarfólk, er Anna fødd á bygd.
- Anna er næstelst av seks systkjum, dóttir Gretu og Theodor Weihe á Skála. Anna gekk í barnaskúla á Skála og tókst við ymiskt, og eitt nú gekk hon við posti á Skála og í Skálafirði. Tá hon flutti til Havnar, fór hon at arbeiða hjá Heinesen í Vágsbotni, bæði sum krambagenta við eitt nú at selja meturvørur, og hon arbeiddi eisini á skrivstovuni.
Borgarstjórin legði aftrat, at hetta var ikki langt frá nú nógv umrøddu trappuni.
- Seinni fór hon til Keypmannahavnar, har hon tókst við ymiskt. Hon seymaði - og sum fleiri hava hoyrt søgur um - so slapp hon aftur til Føroya við seinasta farti, áðrenn Danmark varð hertikið í 1940.
Heðin Mortensen vísti á, at orsøkin til, at Anna fór heimaftur tá, var, at mamma hennara doyði av krabbameini, bert 53 ára gomul. Anna fór tí 24 ára gomul at halda hús hjá pápanum, sum hevði handil, posthús, apotek, sjúkrakassa, neyt, jørð og torv, umframt at hann var uppsitari hjá Múller.
- Anna og Johan Joensen hittust sum blaðung. Hann var eisini við í Danmark. Tey giftust eftir kríggið og fluttu til Havnar. Tey leigaðu frá Siggu Rasmussen, har arkitektastovan hjá Árna Winther nú er. Í 1949 fluttu tey í egin hús úti í Grønlandi, í Eiriksgøtu.
Borgarstjórin legði aftrat, at Johan var gjáarmaður. Hann arbeiddi eina tíð í Gamla Bókahandli, men hansara lívsstarv bleiv í Sjóvátryggingini. Hann var ein býarmynd, og mong minnast hann tvísporandi gjøgnum býin hvønn døgverðatíma heilt út í Grønland at eta.
- Anna og Johan fingu trý børn, Margreta, sum var elst, var til steðar í dag. Tóri doyði longu í 1954, og Kári varð sendur á Rødbygaard, sum var vanligt tá. Tey vóru trúgv kirkjufólk og gingu í Vesturkirkjuni.
Heðin Mortensen vísti á, at Anna var fitt í hondunum, og hon lærdi handarbeiði og bókbinding á kvøldskúlanum. Hon var eisini ein fram úr kokkur. Hon lærdi matgerð hjá nunnunum sum nýgift.
- Kanska var tað ein orsøk til, at Johan altíð skundaði sær heim til døgurða, segði borgarstjórin í Tórshavnar kommunu skemtandi.