24 ára gamla Ruth Iansdóttir: Tann fyrsta gjøgnum Vágatunnilin

Ruth Iansdóttir úr Kollafirði hevur koyrt grót úr Vágatunlinum heilt frá fyrsta skotið varð latið av 28. september í ár 2000. Ruth var eisini við nú tunnilin er skotin ígjøgnum, og var hon tann fyrsta, sum koyrdi ígjøgnum tunnilin

Vágatunnilin

Spurd um, hvussu tað kendist, at vera tann fyrsta, ið koyrdi gjøgnum tann nógv umtalaða Vágatunnilin, svarar Ruth, at tað veit hon ikki.
? Sjálvandi er tað stuttligt og spennandi, men tað er ikki nakað serligt við tí, sigur hon lítillátin.
Tann bert 24 ára gamla Ruth hevur seinasta góða árið havt eitt, sum mong helst vilja kalla tað, mannfólkaarbeiði. Sjálv heldur Ruth ikki, at tað er nakað serligt við tí, og hon hevur als ikki kent seg uttanfyri á nakran hátt. Hon hevur seinasta hálva árið eisini verið einasta konufólkið, ið koyrt hevur. Í byrjanini var ein onnur eisini og koyrdi, men hon gavst. So Ruth hevur í eitt hálvt ár verið einasta høna millum allar hanarnar.
Eisni hevur Ruth fyriskipað alla koyring úr tunnlinum. Hvørja ferð tað hevur verið klárt at koyra grót út hjá NCC, hevur hon ringt til førararnar og biðið teir koma til arbeiðis.
? Hetta hevur verið eitt ógvuliga strævið arbeiðið, fortelur Ruth.
? Arbeiðstíðirnar hava verið ógvuliga óregluligar. Tíðliga um morgunin, seint um kvøldið ella mitt um náttina. Viðhvørt hava vit til dømis arbeitt frá klokkan 02.00 til klokkan 04.00.
Ein Scania 144 hevur verið hennara trúgvi fylgissveinur í arbeiðnum. Stóri blái lastbilurin er tann einasti hon hevur brúkt at koyrt við. ? Eg eri eisini punkteraofta, sigur Ruth. ? Men at skifta dekk klári eg ikki sjálv, tað má eg hava hjálp til, sigur hon flennandi.

Koyrt 2000 lass

Ruth metir, at hon man hava koyrt eini 2000 lass. Tilsamans vórðu umleið 500.000 kubikk av gróti í øllum tunlinum. Hvørt lass er 12 kubikk. Hetta vil so siga, at Ruth hevur koyrt 4,8 % av grótinum úr tunlinum við Scania lastbilinum. Nakað tað sama hevur hon eisini koyrt til Kollafjarðar.
Men hvat skal kollafjarðargentan so gera nú? ? Frí!, er hon skjót at svara.
? Byrjað verður ikki aftur at koyra fyrr enn um einar seks vikur. Til ta tíð hava førararnir frí. Nú skal alt gravast út, boltast og sproyta betong, og til tað arbeiðið er liðugt fari eg at hava frí.
Tó ætlar Ruth sær at byrja at koyra aftur tá NCC aftur skal hava grót inn í tunnilin. Um hon verður verðandi til tunnilin er liðugur, veit hon ikki at siga, tí hon er vorðin eitt sindur troytt av at koyra lastbil. Lastbilarnir skulu nú gerast í standa, tí teir farast ógvuliga illa av at koyra soleiðis.
Tá hennara "karriera" sum lastbilsførari er liðug, ætlar hon sær í skúla. Ruth hevur tikið hægri handilsskúla, og ein part av HD. Ætlanin er at royna at fáa HD liðugt.