24 ára gamli amerikumaðurin, Manuel Franco, hevur vunnið triðj størsta lotto-vinningin í USA nakrantíð. Hann keypti seðlar í lottospælinum Powerball fyri 10 dollarar og gjørdist vinnari av heili 768 miljónum dollarum, svarandi til umleið 5,1 miljardir krónur.
Ungi maðurin úr Milwaukee í Wisconsin keypti fimm lottoseðlar í New Berlin hin 27. mars, tí hann "føldi seg hepnan", sum hann sjálvur hevur sagt, og tað skuldi so sanniliga eisini vísa seg, at hann var heppin.
- Ja, eg føldi meg so hepnan, at eg hugdi upp, tá eg hevði keypt seðlarnar og hevði hug at blunka inn í vakmyndatólið. Eg hevði eina ávísa kenslu, segði hann á tíðindafundi sambært NBC News.
Manuel Franco segði, at hann fyrst legði til merkis, at hann hevði vunnið fýra dollarar á einum seðli, og tað var hann "super-glaður" fyri, sum hann tók til á tíðindafundinum.
- Tá eg so hugdi á mín seinasta seðil og sá, at tey fyrstu numrini vóru røtt, byrjaði hjarta mítt at banka, og tá tað at enda vísti seg, at øll numrini vóru røtt, rópti eg í 10 minuttir.
Ungi maðurin lovaði ikki at oysa pengarnar burtur. Hann segði seg vilja ferðast, gjalda fyri útbúgvingar í familjuni, og hann lovaði eisini at lata pengar til vælgerandi endamál.
Manuel Franco valdi at fáa pengarnar útgoldnar í einum, og tað gevur ein minni vinning, sum kortini er rættiliga stórur. Eftir skatt fær hann 2,2 miljardir krónur í lumman - men tað verður so helst upp í meira enn tann eina lumman!