24 mió til ellisheim

Havn: Tórshavnar kommuna hevur fingið 12 mió kr í stuðli til bygging av einum ellisheimi uppí Tjarnagarð.

Hetta heim er undir bygging, og skal hava 24 búpláss. Kostnaðurin er mettur til 29 mió kr.
Samstundis er greitt, at kommunan eisini fær 12 mió krónur til 24 pláss á einum ellis- og røktarheimi, sum skal byggjast undir Boðaneshamri. Nú verður farið undir fyrireikingarnar til hetta heim, sum hevur bíðað eftir játtan frá landinum.
- Við hesum báðum játtanum fær Tórshavnar kommuna 48 búpláss aftrat á ellis- og røktarheimum, upplýsir Jógvan Arge, formaður í byggi- og býarskipanarnevndini.
Men sum hann tekur til: - Hetta hjálpir væl, men nøktar neyvan allan tørvin!