Í 2014 yvirtók Royal Greenland eitt virki, sum áður arbeiddi kópaskinn. Hetta var í lítlu grønlendsku bygdini Aappilattoq, og í staðin fyri at virka kópaskinn, fóru tey nú í holt við at keypa og arbeiða útróðrarfisk.
Á virkinum arbeiða bara fýra fólk, men virkið hevur givið grønlendsku jollufiskimonnunum ein nýggjan møguleika. Virksemið hevur eydnast væl, og hvørt ár er virksemið vaksið - og í fjør við einari miljón krónum.
Síðan upplatingina av virkseminum í Aappilattoq hevur Royal Greenland gjørt ymiskar betringar - eisini fyri at geva útróðrarmonnum ein nýggjan møguleika við lánum til keyp av jollum og fiskireiðskapi.
Í lítlu grønlendsku bygdini búgva 111 fólk, og í løtuni tekur virkið móti fiski frá tilsamans 24 jollufiskimonnum, siga tey í Royal Greenland í tíðindaskrivi.