Byggingin av røktarheiminum í Vestmanna gongur alsamt framá, og herfyri varð tað reist.
Tað hevur tikið sína tíð at koma so langt. Hetta var fyrst og fremst orsakað av, at teir undir útgravingini komu fram á fornminni, og seinkaði hetta arbeiðinum.
Bíðað varð eisini eftir teirri nýggju stuðulslógini, sum nú er komin í gildi, og nú verður við spenningi sæð fram ímóti degnum, tá arbeiðið verður liðugt - væntandi um 1. mai næsta ár.
Nýggja røktarheimið hevur pláss fyri 24 búfólkum, og verður tørvurin hjá kommununi ríkiliga verður nøktaður við hesum heiminum.
(Mynd: Birgir W. Høgnesen)