24 dagar til jóla
Jústinus Leivsson Eidesgaard
Í dag verður fyrsta lúkan latin upp í teim mongu jólakalendarunum sum hanga hjá børnum kring landið. Summir hava bara vanligar lúkur at lata upp, við eini mynd innan. Aðrir eru meira spennadi við góðgæti, sjokolátu og øðrum góðum og hesir plaga at freista tey mest lekkursultnu systkinni, tí at lána eitt sindur fram í tíðina frá hinum. Og onnur eru so sparin, at tey vilja ikki eta sítt góðgæti beinanvegin. Keðiligt, um vit øll vóru eins.
Kring býin í Havn sæst longu pyntið. Litfagrar perur eru komnar upp at hanga og mikudagin vóru longur Jólatrø at síggja í SMS. Nógv børn leitaðu sær í SMS hendan dagin at lukta til jólini.
Jólini eru fyri framman, ein spennandi og dýr tíð










