Reisigildi
Eini 40 fólk vóru savnaði til løtuna, har Sæunn Ó. Hansen, formaður í stýrinum, beyð vælkomin og leiðarin á Røktar-og Ellisheiminum, Tordur J. Niclasen, segði nøkur orð.
Tað er Teknistovan við Gøtugjógv, sum hevur teknað, projekterað og hevur eftirlitið við arbeiðinum, og í hesum sambandi segði Henning Olsen, sum starvast á teknistovuni, nøkur orð um byggingina.
Teknistovan hevur eisini staðið fyri útbjóðingunum.
24 búpláss aftrat
Henning Olsen sigur, at nýggi tilbygningurin, sum verður bygdur norður úr verandi bygningi, verður tilsamans 2300 fermetrar stórur, harav kjallarin er 400 fermetrar.
Hann sigur, at tilbygningurin verður bygdur í sama stíli sum verandi ? úr timbri og við flagtekju.
- Arbeiðið hevur gingið væl, og sambært byggiætlanini stendur nýggi parturin av Røktar-og Ellisheiminum í Runavík liðugur á vári 2006.
Henning sigur, at pláss verður fyri 24 búfólkum aftrat, tá ið arbeiðið er liðugt.
- Salurin í verandi bygningi verður bygdur um til átta kømur, og síðan verða 16 kømur í nýggja partinum.
Umframt kømur og nýggjur salur, verður eisini rúm til fysioterapi í nýggja bygninginum, sigur Henning.
Hann væntar, at samlaði kostnaðurin av uppíbygging og umbygging verður stívliga 30 miljónir krónur.
Fleiri arbeiðstakarar
Útbyggingararbeiði á Røktar-og Ellisheiminum í Runavík byrjaði í august mánaða í fjør.
Tað var JHR, sum stóð fyri útgrevstri og planering, og síðan tók Byggiservice sær av betongarbeiðinum.
Høvuðsarbeiði, sum nú er eftir, fevnir í fyrsta lagi um timbur, hita og el, og hesum partinum stendur Búsetur fyri, men felagið hevur fleiri undirveitarar at hjálpa sær við hesum.
Tað er P/F Sofus M. Jacobsen, sum hevur projekterað alt HVS-arbeiðið.
Sum nevnt er Sæunn Ó. Hansen formaður í stýrinum fyri Røktar-og Ellisheimið í Runavík, og formaður í bygginevndini er Henning Jacobsen, fyrrverandi landsverkstøðingur, sum er byggikønur.