Sosiala samskiftisforritið, ið kann leggjast inn sum app á snildfonir, hevur megnað at fáa 485 milliónir amerikanskar dollarar, ella nærum tríggjar milliardir krónur frá íleggjarum, skrivar tíðindastovan, Circa News.
Á ársins seinasta degi almannakunngjørdi Snapchat, at 23 íleggjarar høvdu sett 485 milllónir í fyritøkuna, sum merkir, at 611 milliónir amerikanskir dollarar tilsamans eru settar í Snapchat fyri 2014.
Forstjórin í fyritøkuni - einans 24 ára gamli amerikumaðurin Evan Speigel - hevur eisini fingið ítøkilig boð um sølu, og tað vakti stóran ans, tá ið Snapchat takkaði nei til tríggjar milliardir dollarar frá Facebook.
Sambært fyritøkuni, er tænastan hjá Snapchat sera nógv brúkt, og leysliga mett verða 700 milliónir tíðaravmarkaðar myndir dagliga sendar. Tað merkir, at Snapchat hevur eitt væl hægri tal av dagliga sendum myndum, enn Facebook.










