236 tons fyri 3 miljónir

Størstu einstøku nøgdirnar á Fiskamarknaðinum í gjár var longa. Prísurin á longu 1 var heilar 16,10 krónur fyri kilo. Miðalprísurin fyri øll fiskasløgini samanlagt var 12,64. Í gjár seldi Fiskamarknaður Føroya góð 236 tons av fiski fyri slakar 3 miljónir krónur.

Størstu nøgdirnar býttu seg millum fiskasløgini, tosk, hýsu, longu, brosmu, kongafisk og havtasku.

Sløk 30 tons vóru av toski, og prísirnir fisk tosk 3 og tosk 4 vóru ávikavist 15,05 og 12,24 krónur fyri kilo.

Eini 20 tons vóru av hýsu. Mest var av hýsu 2, sum fekk miðalprísin 14,15.

Góð 40 tons vóru av brosmu, ið fór fyri ein miðalprís, sum lá millum 5,38 og 8 krónur fyri kilo.

Størstu einstøku nøgdirnar á Fiskamarknaði Føroya í gjár var longa, stívliga 60 tons. Prísirnir á longu vóru góðir, og besti prísur var fyri longu 1 - heilar 16,10 krónur fyri kilo.

Sløk 30 tons vóru av kongafiski. Nógv mest var av kongafiski 2, sum fekk miðalprísin 5,98.

Eini 24 tons vóru eisini av havtasku, og her var besti miðalprísurin 25,11 krónur fyri kilo.

Miðalprísurin fyri øll fiskasløgini samanlagt var fyri søluna á Fiskamarknaði Føroya í gjár 12,64 krónur fyri kilo.