231 børn í fyrsta flokk í Havn komandi skúlaár

Sambært fyribils uppgerð byrja 231 børn í fyrsta flokki í seks teimum størstu skúlunum í Tórshavnar kommunu komandi skúlaár. Freistin at innskriva børn til fyrsta flokk var úti í síðstu viku.

 

Flest næmingar eru í ár innskrivaðir til fyrsta flokk í Skúlanum við Løgmannabreyt. Har byrja 46 næmingar í fyrsta flokki eftir summarfrítíðina.

 

Yvirlitið yvir teir 231 næmingarnar, sum byrja í fyrsta flokki í skúlunum í Havn í ár, sær soleiðis út:

Skúlin við Løgmannabreyt 46

Skúlin á Fløtum 45

Skúlin á Argjahamri 45

Sankta Frans skúli 41

Hoyvíkar skúli 32

Eysturskúlin 22

Tilsamans 231

  

Øll børnini, sum fara í fyrsta flokk, sleppa at ganga í tí skúlanum, sum tey hava sett sum fyrsta val í sambandi við innskrivingina.

 

67 børn eru eisini innskrivað til forskúlarnar á Argjahamri og í Sankta Frans skúla. 52 teirra eru innskrivað í forskúlan í Sankta Frans skúla, har pláss er fyri 48 forskúlabørnum.