230 blásarar hittast í Klaksvík

Blásarastevna í Klaksvík: Vikuskiftið 10-12. september hittast 230 blásaranæmingar úr øllum Føroyum í Klaksvík fyri at venja og framføra til eina stóra konsert. Hetta eru bæði yngri og eldri næmingar, sum spæla í trimum orkestrum. Henda stevna hevur verið á Eiði, í Suðuroy og í fjør var hon í Runavík. Tað eru lærarar í Musikkskúlaskipanini, sum hava tikið stig til stevnuna fyri at næmingarnir úr øllum musikkskúlunum kunnu møtast eina ferð um árið og spæla saman. Allir musikklærararnir, sum starvast innan Musikkskúlaskipanina og undirvísa á blásturljóðføri eru við, eisini lærararnir sum undirvísa á el- bass og slagverk. Konsertin verður sunnudagin 12. sept. kl. 15 í Badmintonhøllini í Klaksvík, atgongd er ókeypis.