230.000 pund í 11 dagar

Veiðan hjá partrolarunum er ikki batnað nakað nevnivert higartil í heyst, men fiskurin, sum skipini fáa, er góður. Í gjár landaðu partrolararnir Vesturvarði og Vesturskin í Sørvági. Teir vóru úti í 11 dagar, og veiðan var 230.000 pund av upsa.

Á landingarmiðstøðini í Sørvági siga tey, at fiskurin hjá skipunum var góður, 40 prosent av veiðini var 2-arar og 50 prosent 3-arar, sum er góður fiskur.

Vesturvarði og Vesturskin royndu eystanfyri hendan túrin.

Lítil útróður hevur verið seinastu dagarnar, tí streymurin hevur verið harður og veðurlíkindini vánalig.

Nakrir størri útróðrarbátar, sum royna við línu, plaga at landa veiðina í Sørvági, og veiðan hjá teimum hevur verið góð seinastu tíðina.

Úr Sørvági frættist, at har er lítil útróður við snellu. Dagurin er stuttur, og menn halda, at línuútróðurin sum heild vignast betri hesa myrku tíðina av árinum.