23. umfar er av

Klokkan 15.30 byrjaði hesin dysturin:

 

B36 - HB 1-0 (0-0):

5. min.: B36 fær bóltin í netið eftir eitt frálíkt álop, men dómarin hevur bríkslað fyri rangstøðu. Harvið er HB ávarað, eftir at B36 er byrjað ógvuliga væl.

12. min.: Kári Nielsen roynir Jóan Paula Jacobsen í málinum, tá hann við einum dundurskoti fluktar ein returbólt beint á málverjan.

31. min. Christian Mouritsen buldrar bóltin beint framvið málinum. Tað er B36 sum hevur størru kjansirnar, tí eisini Brima Koroma hótt fleiri ferðir.

33. min. Rógvi Poulsen smekkar bóltin á undirsíðuna á tvørtrænum, eftir at Andrew av Fløtum hevði latið honum bóltin, tá Rógvi Poulsen stóð við brotssparksblettin.

42. min. Milan Kuljic sendir eitt fríspark á sjálvan trýkantin. Hetta er onnur ferðin í fyrra hálvleiki, at HB rakar træverkið.

 

Hálvleikur! B36 hevur havt munin í fyrra hálvleiki, men HB hevur verið ógvuliga nærvið at skora. Tvær ferðir hava teir reyðu rakt træverkið!

 

55. min.: Enn er málleyst í Gundadali.

65. min.: Róaldur Jacobsen var nær við at gera ársins mál í Gundadali, tá hann úr 50 metrum royndi seg, tí Marcin Dawid var nakað langt úti. Bólturin fór dygst framvið.

68. min.: 1-0! Christian Restorff Mouritsen hevur skorað fyri B36. Eftir hornaspark kontraði B36 skjótt. Jákup á Borg royndi seg og Brima Koroma spældi returin til Christian Restorff Mouritsen setti trygt í netið.

75. min.: HB hevur framt ein dubultútskifting. Milan Kuljic og Bjarni Jørgensen fara út og Páll Mohr Joensen og Jóhan Ejvind Restorff Mouritsen koma inn.

76. min.: Christian Restorff Mouritsen smekkar til eftir afturspæling frá Brima Koroma, men Marcin Dawid stórbjargar.

77. min.: Jákup á Borg og Pætur Jørgensen fáa báðir gult kort, eftir at hesir báðir fóru upp at táttast.

79. min.: Magnus Olsen kemur á vøllin fyri Poul Arna Jacobsen hjá B36.

82. min.: B36 skiftur aftur út. Oddmar Færø kemur inn fyri Dennis Holmberg.

89. min.: Brima Koromo hjá B36 fær gult kort í dystinum, sum B36 sær út til at vinna.

90. min.: Dómarin hevur lagt tríggjar minuttir aftrat.

90. min.+: Bergur Midjord verður tikin út og Sjúrður Thomassen kemur inn hjá B36.

 

Liðugt! B36 hevur vunnið á HB. Christian Restorff Mouritsen søkti barndómsfelagið í dystinum, sum var undirhaldandi við fleiri kjansum.

 

Dómari: Dagfinn Olsen.

B36: Jóan Pauli Jacobsen ? Jóhan Ellingsgaard, Herbert í Lon Jacobsen, Klæmint Matras, Poul Arni Jacobsen ? Dennis Holmberg, Christian Restorff Mouritsen, Róaldur Jacobsen ? Jákup á Borg, Brima Koroma, Bergur Midjord.

HB: Marcin Dawid ? Pætur Jørgensen, Hans á Lag, Svend Fuglø Jacobsen, Poul Thomas Dam ? Fróði Benjaminsen, Kári Nielsen, Miljan Kuljic ? Bjarni Jørgensen, Andrew av Fløtum, Rógvi Poulsen.

 

---

 

Dystirnir, ið byrjaðu klokkan 15.00, eru hesir:

 

Víkingur ? EB/Streymur 3-0 (2-0)

2. min.: 1-0! Zoltán Bükszegi hevur skorað fyri Víking, eftir at bólturin varð fluttur upp í vinstru síðu, og Zoltán fekk bóltin í netið eftir trunkaspæl.

23. min.: 2-0! Víkingur skorar eftir uppspæl í vinstru. Hanus Jacobsen leggur bóltin inn um verjuna har Andreas Lava Olsen kemur stórleypandi, fangar bóltin og fær hann eisini í kassan, uttan at René Tórgarð fær gjørt nakað við tað.

 

Hálvleikur! Víkingur er uppiborið á odda í Gøtu, men EB/Streymur fekk betri glið á tíggju minuttir undan steðginum.

 

65. min.: EB/Streymur trýstir eftir at fáa bóltin í netið, men fáar vandastøður hava verið higartil í seinna hálvleiki, har Víkingur hevur lagt seg aftur á vøllin.

73. min.: 3-0! Víkingur hevur eftir øllum at døma tryggjað sær sigurin í Gøtu, nú EB/Streymur var so óheppið at beina bóltin í egið net, og harvið gera sín setning sera truplan.

90. min.: Liðugt! Víkingur vann trygt á EB/Streymi. Ein sigur sum varð grundaður í fyrra hálvleiki, tá EB/Streymur als ikki hevði nakað at bjóða uppá, meðan Víkingur gjørdi júst tað, teir skuldu fyri at vinna.

 

Dómari: Rúni Gaardbo

EB/Streymur: René Tórgarð ? Bárður Olsen, Dánjal Davidsen, Egil á Bø, Leif Niclasen ? Levi Hanssen, Sorin Anghel, Brian Olsen, Marni Djurhuus, Hans Pauli Samuelsen ? Arnbjørn Hansen.

 

---

 

NSÍ ? B68 0-1 (0-0)

15. min.: Tað leikar javnt á við Løkin, har B68 tó hevur verið vandameira liðið.

25. min.: B68 er ógvuliga nærvið, tá Jóan Símun Edmundsson lyftir bóltin upp um Meinhardt Joensen, men Jónhard Fredriksberg ruddar burtur.

 

Hálvleikur! Framvegis er dysturin uttan mál, men meðan NSÍ hevur havt fleiri royndir enn B68, so hava toftamenn verið vandameiri í sínum atsøknum.

 

47. min. 0-1! Óli Olsen fær bóltin í kassan eftir trunkaspæl, so nú eru toftamenn á odda í grannauppgerðini.

81. min.: Dysturin í Runavík tykist at vera steðgaður upp. Millum lítið og einki hendir á vøllinum, har alt koyrir í tómgongd.

90. min.: Dómarin hevur lagt fýra minuttir aftrat.

 

Liðugt! B68 vann við einum máli á NSÍ. Sigurin var fult uppiborin.

 

Dómari: Petur Reinert

NSÍ: Meinhardt Joensen ? Jónhard Fredriksberg, Óli Hansen, Jóhan Troest Davidsen, Einar Hansen ? Bogi Løkin, Jústinus Hansen, Jann Ingi Petersen, Jann Martin Mortensen ? Christian Høgni Jacobsen, Karoly Potemkin.

B68: Vlada Filipovic ? Poul N. Poulsen, Jóhan Dávur Højgaard, Pól Jóhannus Justinussen, Dánjal Pauli Højgaard ? Jóhan Petur Poulsen, Ndende, Nenad Stankovic, Óli Hansen ? Jóan Símun Edmundsson, Ahmed Keita.